Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Keypstreytir
EFFO p/F
Viðskiftatreytir
Effo Krússið
- Inngangur
1.1. Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri keyp av Effo krússinum (“Krússið”) við tilhoyrandi kaffihaldi frá Effo.
1.2. Frávik frá hesum viðskiftatreytum eru bert galdandi um tey eru gjørd í serstakari skrivligari avtalu.
2. Innihald
2.1. Krússið kann keypast á www.effo.fo har tú samstundis velur Lítið ella Stórt hald. Har skal tú skráseta teg við navn, bústaði, fartelefon og teldupostbústaði.
2.2. Krússið er persónligt og má bert nýtast av keyparanum.
2.3. Keyp av Krússinum gevur tær atgongd til ókeypis áfylling av Krússinum við teimum drykkum, ið eru fevndir av tínum haldi:
· Lítið hald: Effo kaffi, espresso og kókað vatn/te.
· Stórt hald: Effo kaffi, espresso, kókað vatn, kaffi latte/te, cappuccino, flat white, kakao, kakaokaffi, mjólk og heit mjólk.
2.4. Valda haldið er galdandi í 12 mánaðir eftir at Krússið er klárt at heinta. Haldið verður ikki sjálvvirkandi endurnýggjað.
3. Kostnaður og gjalding
3.1. Kostnaðurin fyri Haldið veldst um tú velur Lítið ella Stórt hald. Prísurin verður greitt tilskilaður tá ið keypt verður.
3.2. Kostnaðurin fyri Krússið við valda haldinum verður rindaður við bíleggjan.
3.3. Allir prísir eru íroknað MVG.
4. Endurgjald við miss ella skaða
4.1. Effo veitir vanliga ikki nýtt krúss, um krússið verður burtur ella verður skatt.
5. Ábyrgdaravmarking og iðran
5.1. Effo kann ikki ábyrgjast fyri manglandi útvegan av kaffi vegna tekniskar trupulleikar, manglandi goymslu ella force majeure.
5.2. Eingin iðranarrættur er við keyp av Krússinum.
6. Force Majeure
6.1. Effo er leyst av skyldum sínum, um Effo ikki fær veitt sínar tænastur ella verður órógvað í sínari veiting, orsaka av viðurskiftum, sum Effo ikki hevur ávirkan á, millum annað, men ikki avmarkað til, torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall og verkbann, umframt eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Effo, farsótt, munandi dýrkaðar veitingar frá undirveitarum, vantandi levering av eykalutum/vørum, innflutningsbann o.t.
7. Viðgerð av persónsupplýsingum
7.1. Effo viðger persónsupplýsingar sambært galdandi dátuverndarkunning, ið er at finna her: https://www.effo.fo/effo/umeffo/datuvernd/.
7.2. Effo tilskilar sær rætt til at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum. Kundin hevur tó, til eina og hvørja tíð, møguleika fyri at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at kundin letur Effo teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá Effo.
8. Rættur og varnating
8.1. Tænastuveitingin hjá Effo og hesar viðskiftatreytir eru undirgivnar føroyskum rætti.
8.2. Møgulig trætumál kunnu einans skjótast inn fyri føroyskar dómstólar.
9. Gildiskoma og broytingar
9.1. Hesar viðskiftatreytir eru galdandi frá 1. december 2024.
9.2. Effo kann broyta hesar viðskiftatreytir uttan fráboðan til eina og hvørja tíð. Galdandi útgava er altíð at finna á www.effo.fo.