Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Effo Krússið er útselt!
Um tú náddi at keypa tær Krúss fert tú at fáa ein teldupost, tá ið tað kann heintast 28. januar. Gula Krússið kann brúkast til 28. januar 2026
Ársins Effo Krúss er gult!
Við Effo Krússinum er framúr gott kaffi, bryggjað við nýmalnum og vistfrøðiligum bønum, ein sjálvfylgja. Tú fært nógv meira enn tað. Ein hugnaligari biltúr. Fjálgari prát. Heitari dyst. Vit kundu hildið á fram.
Effo Krússið 2025
Tvey ymisk kaffihald – ein og sama góða uppliving
Sum nakað nýtt kanst tú velja millum tvey ymisk kaffihald. Vit rópa tey Stóra haldið og Lítla haldið. Fólk eru ymisk og tað okkum dámar, er eisini ymiskt. Summi drekka kaffi svart, onkur vil hava mjólk út í, og so eru tað tey, sum heldur vilja hava kakao ella kaffi latte í Krússið. Tað er júst tí, at vit hava bryggjað tvey ymisk kaffihald.
Hvat er munurin?
Lítið hald
799,-
Effo Kaffi
Espresso
Kókað vatn
Til tín, sum drekkur títt kaffi svart og heldur, at cappuccino er ein býur í Italia.
Stórt hald
999,-
Effo Kaffi
Espresso
Kókað vatn
Kaffi latte
Cappuccino
Kakaokaffi
Kakao
Mjólk út í
Til tín, sum onkuntíð mungar eftir kaffi latte, av og á eftir kakao, stundum kakaokaffi men eisini letur teg freista av einum sterkum espresso við flógvari mjólk í. Við stóra haldinum, kanst tú fáa tær allar drykkirnar, sum maskinan bjóðar.
Spurningar og svar
Kann eg fylla mær Krússið fullkomuliga óavmarkað?
Ja, tað kanst tú. Einaferð í 2025 fara allar Effostøðirnar at fáa nýggjar framkomnar kaffimaskinur. Tá fer tað at skula ganga ein tími í millum hvørja áfylling.
Hvussu kunnu tit vita, um eg fái mær svart kaffi, kakao ella cappuccino?
Álit! Vit hava álit á, at tú fært tær tað í Krússið, sum tú hevur goldið fyri. Einaferð í 2025 fáa allar Effostøðir nýggjar framkomnar kaffimaskinur. Tá fert tú at fáa boð um at skráseta títt kaffihald við kaffikotuni á Effo Appini. Tá fer tað bara at rigga at fáa sær tað, sum títt kaffihald loyvir.
Hvat skal eg brúka kaffikotuna til?
Kaffihaldið, sum fylgir við keypinum av nýggja Effo Krússinum, skal aktiverast við kaffikotuni á Effo Appini og brúkast, tá ið Effostøðirnar fáa nýggjar framkomnar kaffimaskinur í 2025. Tú fært boð um hetta, tá ið tað nærkast.
Hvat skal eg vísa, tá ið eg heinti Krússið?
Tá ið tú hevur keypt, fært tú eina kvittan á teldupostin. Í kvittananini er eitt bíleggingarnummar. Tað skalt tú vísa fyri starvsfólkinum, so fært tú Krússið ella Krússini.
Kann Krússið bara keypast á netinum?
Ja! Krússið kann bara keypast á netinum, men heintast á tínari Effostøð. Tú velur hvørja Effostøð, tá ið tú keypir.
Hvat er munurin á stóra og lítla kaffihaldinum?
Við lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær Effo Kaffi, espresso og kókað vatn.
Við stóra kaffihaldinum kanst tú fáa tær allar drykkir.
Kann eg so uppstiga til stóra kaffihaldið, um eg havi keypt mær tað lítla?
Ja, tað fert tú at kunna, tá ið nýggju framkomnu kaffimaskinurnar er komnar á Effostøðirnar einaferð í 2025.
Hví hava tit tvey kaffihald?
Fólk eru ymisk, og tað okkum dámar er eisini ymiskt. Tí hava sett saman tvey ymisk hald, so tú kanst fáa tað, sum hóskar best til tín.