Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Keyp Effo Krússið í dag og fá kaffi og aðrar heitar drykkir á øllum Effostøðunum – ókeypis. Effo Krússið kemur til landið seinnu helvt av januar. Kaffihaldið er galdandi í 12 mánaðir eftir at Effo Krússið er klárt at heinta.
Stórt ella lítið kaffihald
Líka sum í fjør, hoyrir eitt kaffihald til Effo Krússið. Tú kanst velja millum stórt og lítið kaffihald. Velur tú tað lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær svart kaffi, espresso og kókað vatn. Um tú vilt hava atgond til allar drykkirnar, sum maskinan bjóðar, skalt tú velja tað stóra kaffihaldið.

Lítið kaffihald
Til tín, sum drekkur títt kaffi svart og heldur, at cappuccino er ein býur í Italia.
799,-
Effokaffi
Espresso
Kókað vatn

Stórt kaffihald
Til tín, sum vilt hava allar drykkirnar,
sum maskinan bjóðar.
999,-
Effokaffi
Espresso
Kókað vatn
Flat White
Kaffilatte
Cappuccino
Kakaokaffi
Kakao
Kalda mjólk útí
Heita mjólk útí

Effo Krúss 2026
Spurningar og svar
Nær kann eg heinta Effo Krússið?
Effo Krússið kemur til landið seinnu helvt av januar, men kann keypast á netinum frá í dag av. Tú fært boð, tá ið Krússið kann heintast.
Kann eg fylla mær Krússið fullkomuliga óavmarkað?
Ja, tað kanst tú, tó skulu 15 minuttir ganga í millum hvørja áfylling. Hetta kemur í gildið, tá Effo Appin verður dagførd.
Eg havi nú heintað Effo Krússið, og fingið eina kotu. Hvat skal eg brúka kotuna til?
Tá ið Effo Appin verður dagførd í 2026, skal kotan brúkast til at virkja títt kaffi hald. Tú fært boð um hetta við telduposti, tá ið tað nærkast.
Hvat skal eg vísa, tá ið eg heinti Krússið?
Tá ið tú hevur keypt, fært tú eina kvittan á teldupostin. Í kvittanini er eitt bíleggingarnummar. Tað skalt tú vísa fyri starvsfólkinum, so fært tú Krússið ella Krússini.
Kann Krússið bara keypast á netinum?
Ja! Krússið kann bara keypast á netinum, men skal heintast á tínari Effostøð. Tú velur hvørja á Effostøð tú heintar Krússið, tá ið tú keypir.
Hvat er munurin á stóra og lítla kaffihaldinum?
Við lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær Effo Kaffi, espresso og kókað vatn.
Við stóra kaffihaldinum kanst tú fáa tær allar drykkir.
Kann eg so uppstiga til stóra kaffihaldið, um eg havi keypt mær tað lítla?
Ja, tað fert tú at kunna, tá ið Effo Appin verður dagførd einaferð í 2026.
Hví hava tit tvey kaffihald?
Fólk eru ymisk, og tað okkum dámar er eisini ymiskt. Tí hava vit sett saman tvey ymisk hald, so tú kanst fáa tað, sum hóskar best til tín.
